Í kvøld kemur fyrsti kassin við koronuvaksinu til Føroya, og í morgin verða tey fyrstu fólkini koppsett. Tað boðar Heilsumálaráðið frá í dag.
Men samstundis verður gjørt vart við, at byrjað verður í smáum, tí tað, sum kemur til Føroya við flogfari í kvøld, er ein kassi við 975 skamtum, og tað røkkur til at koppseta 487 fólk, tí øll skulu koppastast tvær ferðir. Tá ið tey 487 fólkini eru koppsett, verður restin av koppingarevnunum lagt á goymslu, so at full vissa verður fyri, at tey eisini faa aðru sproytina um tvær vikur, ella so.
Tey fyrstu, sum verða koppsett, eru heilsustarvsfólk, sum eru í smittuvanda og tey fara at koppseta á teimum trimum sjúkrahúsunum.
Nakað av óvissu hevur seinastu dagarnar valdað um, júst nær koppingarevnið fór at koma til Føroya, tí danir fingu væl minni av vaksinu í fyrstu atløgu, enn tey høvdu vænta, og Føroyar fáa sínar skamtir úr Danmark.
– Í roynd og veru er tað kanska ikki so avgerandi, um vit byrja at koppseta nakrar dagar fyrr ella seinni. Men eg vænti avgjørt, at tað hevur ein stóra, sálarfrøðiliga ávirkan, at vit kunnu byrja nú, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.
Hann heitir tó inniliga á fólk um framhaldandi at taka øll neyðug stig fyri at minka um smittuvandan, og fylgja teimum almennu tilmælunum, so smittan ikki sleppur at taka dik á seg og breiða seg av álvara.