Skulu skerja koronukanningar 50 prosent

Sjúkrahúsverkið skal skerja talið á koronu-kanningarnar heilt munandi

Nú korona gongur sum ongantíð áður, eru tað nógv fólk, sum lata seg kanna fyri koronu. Samstundis er tað eitt eitt heilsufakligt tilmæli, at fólk gera nógv burtur úr at lata seg kanna, tí tað er eitt týdningarmikið lið í royndunum at basa koronu.  Men hetta er so dýrt fyri landskassan, at nú hevur Løgtingið samtykt at traðka á bremsuna.

 

Nakað síðani bað Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaðurí heilsumálum, Løgtingið um 18 milliónir afturat til koronukanningar. Men samstundis heldur hann, at vit gera ov nógv burturúr at kannast. Eitt nú heldur hann ikki, at tað er nøkur grund til at kanna frísk fólk. Tey hava eisini fýlst á, at ellisheim, og aðrir almennir stovnar, og felagsskapir, gera sínar egnu reglur, og krevja kanningar av teimum, sum koma inn. 

 

Les meiri um tað her.Vit skulu ikki altíð lurta eftir læknunum

 

Men hetta er beint ímóti tilmælinum hjá fremsta heilsufakliga ráðgevaranum hjá Landsstýrinum, tí sambært Aksel V. Johannesen, hevur Landslæknin greitt frá í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, at sum smittustøðan er í løtuni, verða ov fáar koronukanningar gjørdar í Føroyum.

 

Les meiri um tað her: Landslæknin: Hetta er eitt tað besta vápnið ímóti koronu

 

Men meirlutin í Løgtinginum eru samd við landsstýrismannin um, at talið á kanningum skal avmarkast, og tískil fekk Sjúkrahúsverkið heldur ikki tær 18 milliónirnar afturat til koronukanningar, sum tey høvdu biðið um fyri at kunna halda fram at kanna.

 

Ístaðin Játtaði Løgtingið 12 milliónir, ella seks milliónir minni og tað merkir, at talið á koronukanningum skal skerjast munandi. Samstunds hevur Løgtingið álagt landsstýrismanninum at gera leiðreglur fyri, hvør skal kannast fyri koronu, og hvør ikki skal kannast. Hetta er fyri at tálma útreiðslunum.

 

Fróði Jacobsen, samskiftisráðgevari í Sjúkrahúsverkinum, sigur, at tey eru í samskifti við Heilsumálaráðið um hvussu farast skal fram.

 

Men tað er í øllum førum greitt, at skal sjúkrahúsverkið spara seks milliónir í koronukanningar, skulu munandi skerjingar gerast.

 

Fróði Jacobsen sigur, at við núverandi játtan, má talið á koronukanningum skerjast 50 prosent fyri at pengarnir skulu røkka í alt ár. hann leggur afturat, at verða kanningarnar ikki skerdar, mugu tey gevast at kanna umleið hálvan desember, ella um góðar tvær vikur.

 

Tí verður bíðað eftir, hvørjar leiðreglurnar frá landsstýrismanninum vera, so at tey vita, hvussu farast skal fram og tað eru tey í samskifti við heilsumálaráðið um.