Uttanríkisráðið í Danmark hevur nú linkað tilmælini eitt sindur um at ferðast í Evropa. Í hesum sambandi eru Portugal, og alt Svøríki sum tað er, nú komin á tann gula listan. Tað merkir, at fólk sum ferðast hagar, skulu ansa serliga væl eftir. Áður hevur Portugal, og partar av Svøríki, staðið á tí appilsinlitta litinum, sum merkir, at tað verður mælt fólki frá at ferðast hagar, uttan í neyðugum ørindum.
Hinvegin er Rumenia sett á appilsinlitta listan yvir lond, sum tað verður mælt frá at fara til uttan í neyðugum ørindum. Eisini Bulgaria, Luxememburh og Rumenia eru á tí appilsinlitta listanum, tí tað eru so nógv fólk, sum hava koronu har.
Tað verður eisini mælt til at fara til Írlands, tí har skulu øll, sum koma til landið, í sóttarhald í tvær vikur.
Í Spania eru landspartarnir, Aragón, Katalona og Navarra, hart rakt av koronu, tí har eru yvir 50 smittað fyri hvørji 100.000 fólk. Øll, sum hava verið har, eiga tískil at lata seg kanna fyri koronu, tá ið tey koma aftur til Danmarkar, og áðrenn tey koma til Føroya.
Men tað verður ikki mælt frá at fara til Spania, tí landið er á gula listanum, har fólk skulu vísa serligt varsemi.
Myndin vísir annars, hvussu støðan er í teimum ymsu londunum. Gul lond eru lond, har tað verður mælt til at fólk vísa serligt varsemi. Appilsinlitt lond eru lond, har tað verður mælt frá at fara, uttan í neyðugum ørindum. Londini í ríkisfelagsskapinum eru grá, har tað er frítt at ferðast ímillum. Føroyar eru so lítlar, at tað er ikki meir enn at tær síggjast, men tær eru á listanum.