Korona: Nú eru vit komin upp undir markið

Løgmaður heitir á fólk um at broyta mannagongd í sambandi við koronukanningar

Løgmaður, fremst, og Michael Boolsen, formaður í farsóttarnevndini

##med2##

 

Korona herjar sum ongantíð áður og smittutølini seta met dag um dag. Løgmaður sigur, at tað kemur ikki óvart á seg, at smittutølini eru so høg. Samstundis vísir hann á, at vit kanna eitt stórt tal á fólki.

 

Í fyrradagin vórðu yvir 5.000 fólk kannað fyri koronu og sostatt vórðu næstan 10 prosent av føroyingum kannaðir sama dag – og tey fingu eisini øll svar nakrar tímar seinni.

 

Løgmaður sigur, at nú eru vit við at nærkast markinum fyri, hvat vit klára at kanna og tí heitir hann á fólk um at hugsa seg væl um, áðrenn tey lata seg kanna fyri koronu.

 

Hann heldur, at tey, sum føla nakað á sær, ella, sum hava verið í  vanda fyri at vera smittað, eiga at lata seg kanna. Men tey, sum eru frísk eiga heldur at kanna seg sjálvi við snarkanningum.

 

Løgmaður sigur eisini, at nú fer politiski myndugleikin eisini at viðgera møguleikan fyri at linka tilmælini enn meir. Tey tilmælini, sum eru eftir er, at matstovur og skeinkistøð skulu lata aftur klokkan 23 og tey verða nú tikin til politiska viðgerð.

 

Og løgmaður sigur, at nú fáa vit at síggja, hvussu verður hesar næstu dagarnar, men heldur støðan sær sum hon er nú, heldur hann at tað er skynsamt at linka tilmælini enn meir.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr løgmann greiða frá støðuni á FM1      

 

Løgmaður, fremst, og Michael Boolsen, formaður í farsóttarnevndini