Korona: Nú minkaði talið aftur

Í gjár vóru færri tilburðir, enn tað hava verið seinastu dagarnar

Nú er talið á nýggjum korona-tilburðum minkað eitt sindur. Landslæknin sigur, at í gjár vórðu 29 tilburðir av koronu staðfestir og tað eru nógv færri enn tað hava verið.

 

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu. Í gjár vórðu 2.534 kannað fyri koronu. Í løtuni eru 530 fólk í Føroyum, smittað. Fýra eru innløgd, og átta eru deyð við koronu í Føroyum, sigur landslæknin.