Korona: Nú sæst ljósið fyri endan á tunlinum

Um einar tveir mánaðir er korona hæsað av, so at vit aftur kunnu liva eitt vanligt lív, halda serfrøðingar

Korona syngur sín svanasong. Tað halda serfrøðingar í danska heilsustýrinum. Tað merkir, at eftir teirra tykki er korona hæsað av um einar tvær mánaðir og so kunnu vit aftur liva at lív, sum vit minnast tað áðrenn smittan fór at gera um seg.

 

Í løtuni verður roynt at fáa so nógv sum gjørligt at koppseta seg fyri triðju ferð og í Danmark eru tey nú farin at geva fólki við veikari órinsverju ta fjórðu sproytuna. Vit plagdu fylgja tilmælunum hjá danska heilsustýrinum, so tað verður uttan iva veruleiki her hjá okkum eisini. Og í danska heilsustýrinum, tí enn smittar korona so illa, at tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri fólk, sum eru so veik, at tey ikki tola at verða sjúk.

 

Men tey siga eisini, at hóast smittutølini eru øgiliga høg í løtuni, er gongdin við at vendast. Omikron varianturin rakar verri enn so líka hart, sum delta-varianturin, sum var tann, sum gekk áðrenn, og tí er eru vit á veg ímóti betri tíðum, har korona kann samanberast við influensu, sigur heilsustýrið í Danmark. Tey vænta, at um einar tveir mánaðir fer at hæsa av, og so fáa vit eina støðu, har korona mest verður at samanbera við infæuensu. Tað merkir, at tað fer ikki at bera til at forða fyri, at korona gongur, men at tað verður sum við influensu, at vit koppseta tey eldru og veiku, sum eru í størst vanda fyri at verða illa sjúk.

 

Nýgg gransking, sum kortini ikki er eftirmett, vísa, at vandin fyri at doyggja av omikron variantinum er heili 90 prosent minni enn vandin var fyri at doyggja av delta-variantinum, sum var tann, sum gekk, áðrenn omikron tók seg upp.