Korona: Nú verða allar avmarkingar tiknar av

Vit skulu aftur til ein gerandisdag – har alt ikki bara snýr seg um koronu, sigur løgmaður

Nú skulu avmarkingarnar ímóti koronu takast av. Tað sigur løgmaður á tíðindafundi í áðni. Fremsta málið hevur verið at verja sjúkrahúsverkið, men hóast smittutølini eru so fá sum ongantíð áður, er eingin innlagdur á sjúkrahús í løtuni. Tí skulu vit nú fram ímóti einum gerandisdegi har alt ikki skal snúgva seg um koronu.

 

Men hann væntar, at hesa næstu tíðina fara fleiri at verða smittað, men vit skulu ansa eftir, at ikki øll verða smittað ísenn, og tí krevst nakað av toli enn. Her eftir skal korona verða ein sjúka, sum vit skulu læra okum at liva við, akkurat, sum liva við influensu. Men her eftir skal tað so verða ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum av okkum at ansa eftir.

 

Tann 1. februar kunnu náttarlív og matstovur hava opið aftur sum vant. Frá 1. Februar, skulu fólk, sum eru koppsett tvær ferðir, skulu ikki í sáttarhald, hóast tey hava havt tætt samband við ein smittaðan.

 

Frá 1. februar skulu tey, sum verða kannað, kannast við snarkanning, tí nú er tíðin búgvin at kanna so nógv við kanningunum á sjúkrahúsverkinum. Nú skulu bara tey, sum eru sjúk, sum skulu kannast á sjúkrahúsverkinum og tey, sum hava eina positiva snarkanning.

 

Seinast í februar eru smittubylgjan vónandi av, og tá vóna vit at taka seinasta stigið. Er sjúkrahúsverkið ikki undir trýstið tá, verða allar avmarkingar tiknar av tá, sigur løgmaður. Tey siga, at hetta er, sum útlitini eru nú, men broytist støðan eru tey eisini sinnað at taka støðu til tað.