Korona: Nú verða tilmælini broytt

Nýggju tilmælini fara at ávirka nógv fólk

Farsóttarnevndini hevði fund í gjár og har varð avgjørt at 31. januar verður hildið uppat at kanna øll, sum koma til Føroyar. Somuleiðis er Eisini varð avgerð at strika tilmælið um at tey, sum koma til Føroya, skulu vera í heimauppihaldi í tveir dagar eftir at tey eru komin, samstundis sum tey skuldu kannast fyri koronu. Men hóast heimauppihaldið er strikað, verður framvegis mælt til, at fólk lata seg kanna annan dagin efrir at tey eru komin til landið.

 

Harumframt hevur Farsóttarnevndin avgjørt at linka sóttarhaldsreglurnar, soleiðis at “tættar kontaktir”, sum eru koppsett tríggjar ferðir, ikki skulu í sóttarhald. Mælt verður tó framvegis til at tey lata seg kanna 4. dag  og 6. dag.

 

Landsstýrið viðgerð í løtuni, hvussu farast skal fram framyvir, eitt nú í sambandi við náttarlívið, og hvussu nógv fólk kunnu savnast. Løgmaður fer tí at umrøða støðuna við allar floksformenninar. Væntandi koma neyvari boð frá landsstýrinum seinni í vikuni.