Korona: Nú verður koppsetingin framskundað

Nú skal tað ikki longur verða eitt hálvt ár ímillum aðru og triðju sproytu, sigur Heilsumálaráðið

Royndir aðrastaðni vísa, at fólk, ið hava fingið eina triðu koppseting fyri koronu, eru betri vard ímóti Omikron-variantinum av koronu enn onnur. Tí hevur føroyski koppsetingarbólkurin nú gjørt av at bjóða øllum yvir 40 ár ta triðju sproytuna longu 140 dagar, ella fýra og ein hálvan mánað,  eftir eftir annað prikið.

 

Frammanundan hevur støðan verið, at triðja prikið kundi fáast eitt hálvt ár, ella 180 dagar, eftir annað prikið, og hetta er enn galdandi fyri fólk yngri enn 40 ár.

 

Orsøkin til framskundaða ta triðju koronu-sproytuna fyri tey eldru, er, at omikron varianturin er farin at ganga, tí hann smittar øgiliga illa. Royndir aðrastaðni vísa nevniliga, at fólk, sum hava fingið triðja prikið, eru betri vard ímóti honum enn onnur, sigur Heilsumálaráðið í eini fráboðan í dag.

 

– Omikron-varianturin smittar illa og breiðir seg skjótt, og enn vita vit ikki hvussu álvarsliga sjúku, tað kann elva til. Men vit vita, at triðja prikið eisini gevur betri verju ímóti Omikron eins og ímóti øllum hinum frabrigdunum, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

 

Tí mælir hann til, at øll fólk yvir 40 ár taka av hesum nýggja tilboðnum um at lata seg koppseta fyri triðju ferð longu fýra og ein hálvan mánað eftir annað prik. Hann heldur, at hetta hevur serliga stóran týdning nú veturin stendur í durunum, og vit øll eru meira viðkvom fyri smittu og sjúku, sigur Lars Fodgaard Møller.

 

Fólk, sum hava koronupassið, kunnu lættliga sjálv fylgja við, nær tey kunnu bíleggja tíð til triðja prikið, tí í koronupassinum stendur, hvussu nógvir dagar eru síðan tær fyrru sproyturnar.