Tey, sum ikki eru koppsett fyri koronu, eru í nógv størri vanda fyri at fáa koronu enn tey, sum eru koppsett. Og tey eru eisini í nógv størri vanda fyri at verða innløgd við koronu.
Tað vísir ein uppgerð hjá danska heilsustýrinum. Fólk, sum eru ímóti koppseting, føra annars ofta fram, at koppsetingin er ikki nøkur trygd, tí nógv av teimum, sum fáa koronu, eru koppsett, og nógv av teimum, sum verða innløgd, eru koppsett.
Men í Heilsustýrinum siga, at soleiðis ber ikki til at rokna. Tey vísa á, at tað eru tað eini 75 av fólkinum yvir 12 ár, sum eru koppsett og tí er tað ikki undarligt, at tey eisini fylla nógv í hagtølunum yvir tey, sum fáa koronu, ella vera innløgd.
Tey siga, at rætti mátin er at gera upp, hvussu nógv verða sjúk, ella verða innløgd, fyri hvørji 100.000 fólk, og hvussu nógv av teimum ikki eru koppsett, og, hvussu nógv eru koppsett.
Og nú vísir ein uppgerð, at fyri hvørji 100.000 fólk yvir 12 ár, sum ikki eru koppsett, eru tað sjey fólk, sum eru innløgd við koronu. Hinvegin eru tað bara 1,5 fólk fyri hvørji 100.000 fólk yvir 12 ár, sum hava fingið tvær koronu-sproytur, sum eru innløgd.
Uppgerðin vísir eisini, at tað eru 31,4 tilburðir av koronu fyri hvørji 100.000 fólk yvir 12 ár, sum ikki eru koppsett, men tað eru 8,4 fólk tilburðir fyri hvørji 100.000 fólk yvir 12 ár, sum eru koppsett.
Tað svarar til, at ímillum tey, sum ikki eru koppsett, eru 3,7 ferðir so nógv smittað fyri hvørjar 100.000 fólk, sum tað eru ímillum tey yvir 12 ár, sum hava fingið tvær sproytur.
Heilsustýrið sigur, at sostatt er niðurstøðan, at tað tey, sum ikki eru koppsett, eru í nógv størri vanda fyri at fáa koronu, og fyri at verða innløgd, sum tey yvir 12 ár, og ið eru koppsett.
Men sum tað sæst á talvunum, eru eisini tey, sum bara hava fingið eina sproytu, í munandi minni vanda enn tey, sum ikki eru koppsett.
##med2##
##med3##