Tað er nú greitt, at Hvalbiartunnilin verður ikki liðugur at taka í brúk í seinnu helvt í apríl, sum ætlað. Tað sigur Sigurð L. Lamhauge, stjóri á Landsverki.
Fyrr í ár høvdu tey lagt eina ætlan, sum segði, at seinast í apríl skuldi tunnilin verða liðugur, og tikin í nýtslu. Men stjórin á Landsverki sigur, at í kjalarvørrinum á koronu, hava tey havt stórar trupulleikar av at fáa ymsar lutir, og tilfar, sum skal brúkast.
Nógva staðni hevur virksemið ligið meiri ella minni lamið, og nú eru vit av álvara farin at merkja avleiðingarnar av koronu, sigur stjórin á Landsverki. hann sigur, at sumt av tí, vit skulu brúka, er næstan ikki til at fáa fatur á, sigur hann.
Nú eru tað undirleverandørar hjá undirleverandørum, sum hava trupulleikar, sum hann tekur til. Og hann sigur, at ein ítøkilig avleiðing fyri Hvalbiartunnilin er, at tað er ringt at fáa fatur á lutum, sum krevjast til at gera alt el-arbeiðið í tunlinum, liðugt, men eisini annað tilfar og aðrir lutir, eru ringir at fáa til vega.
Hann sigur, at nú er hansara besta boð, at Hvalbiartunnilin verður liðugur um mánaðarskiftið mai og juni, ella ein góðan mánað seinni enn ætlað.
Hann sigur, at tá ið alt er liðugt, skulu eisini trygdarvenjingar verða í tunlinum, áðrenn hann kann takast í nýtslu.