Korona setur trýst á Klaksvíkar sjúkhús í dag

130 kanningar eru gjørdar í dag. 130 kanningar er nógv, so nú hava vit sett eykaarbeiðsmegi inn, sigur Alexandra á Dul, stjóri í Klaksvíkar sjúkhúsi

Í Klaksvíkar sjúkhúsi hava tey eins og í Havn úr at gera við koronakanningum í morgun. 

– Fólk hava ringt inn bæði í gjárkvøldið til 1870 og í morgun. Seinast vit hoyrdu, vóru 130 kanningar gjørdar í dag. 130 kanningar er nógv, so nú hava vit sett eykaarbeiðsmegi inn, sigur Alexandra á Dul, stjóri í Klaksvíkar sjúkhúsi.

– Hvat talið endar við, tá dagurin er upprunin, tori eg ikki at spáða um, sigur hon.

Alexandra á Dul sigur, at fólk taka tað róligt, og starvsfólkini duga væl at handfara støðuna.

– Um tað eru tvey starvsfólk til arbeiðis í senn, klára tey at poda 50 um tíman. So tað gongur skjótt, og fólk biða ikki. Men vit mugu seta eyka inn, og vit poda so leingi fólk standa og bíða, sigur hon.

Hon sigur, at orsøkin til nógvu kanningarnar óivað kemur frá tíðindunum í gjár um nýggju koronatilburðirnir.

– Tað hevur sjálvandi sína ávirkan og gevur ringar í vatninum. At korona er komið aftur til Føroya setur síni spor, og tað merkja vit væl í sjúkhúsverkinum, sigur Alexandra á Dul.

Hon kemur til síðst við einari vælmeintari áheitan til allar borgarar, sum ætla at lata seg kanna í Klaksvík:

– Komið ikki inn á sjúkhúsið, men farið inn á kanningarmiðstøðina omanfyri sjúkrahúsið á Víkavegnum. Summi fólk vita ikki, hvar tey skulu møta, og so spyrja tey í móttøkuni. Men vit vilja jú við koronafyrivarni ikki hava fólk inn har, sigur hon.

##med2##