Løgmaður um koronu: Skeivt at summi sleppa frá

Talan kann aftur verða um, at fólk skulu rinda sjálvi, sigur løgmaður

Antin mugu øll rinda, ella má tað verra ókeypis hjá summum, sigur løgmaður

Korona er farið at herjað sum ongantíð áður og í eini roynd at berja smittuna niður, hevur farsóttarnevndin gjørt av, at øll, sum koma til Føroya, men sum ikki hava koronupass, skulu kannast, áðrenn tey sleppa inn í landið.

 

Tað er ókeypi, tí landskassin rindar. Men vilja tey, sum koma til Føroya, og sum hava koronupass, verða kannað, kostar tað 390 krónur.

 

Nú vildi Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hava at vita frá Bárði á Steig, løgmanni, hví kanningarnar eru ókeypis tí tá hendan skipanin upprunaliga var í gildið, rindaðu fólk sjálvi. Tað spardi landskassanum fyri milliónir, men tann skipanin varð avtikin fyrr í heyst. Men nú, korona aftur er farið at herjað, hevur farsóttarnevndin gjørt av, at fólk, sum koma til Føroya, og ikki hava koronupass, skulu kannast. Men tað er ókeypis og tað undrar Beintu Løwe, tí tað er ein dýr søga fyri landskassan.

 

Bárður á Steig Nielsen sigur, at eftir lógini er tað landskassin, sum skal rinda fyri slíkar kanningar, sum myndugleikarnir krevja av fólki, og landsstýrið rindar eisini, tá ið fólk verða send á hotell í sóttarhald.

 

Tað ber ikki til at ger mun á fólki, sum koma til Føroya og krevja, at bara tey, sum ikki hava koronupass, skulu rinda fyri eina kanning, men øll hini sleppa ókeypis.

 

Skulu fólk, sum ikki hava koronupass gjalda sjálvi fyri kanningar, má lógin um farsóttir broytast. Men tað ber heldur ikki til, tí talan er um eina danska lóg og skal hon broytast, má hon fyrst yvirtakast. Og hóast arbeitt verður við tí, tekur tað sína tíð.

 

Tá ið fólk, sum áður komu til landið hava goldið sjálvi, var tað tí, at Løgtingið samtykti at leggja eitt serligt ferðaavgjald á øll, sum komu til Føroya.

 

Bárður á Steig Nielsen, at hann heldur, at tað er skeivt, at tey, sum hava koronupass,  sleppa frá at vera kannað fyri koronu, tá ið tey koma til Føroya. Hann heldur nevniliga, at øll skuldi verið kannað, koronupass ella ikki. Og hann leggur afturat, at tekur farsótttarnevndin ta støðu, at øll skulu, sum koma til Føroya, skulu kannast, fer landsstýrið at leggja uppskot fyri Løgtingið um, at øll, sum koma til Føroya, skulu rinda eitt serligt ferðaavgjald.

 

Annars vist FM1 at sifa frá Kaj Leo Jolm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, at koronukanningarnar kosta landskassanum ímillum 1,6 og tvær milliónir um dagin. Men Pál Weihe, ráðgevari í koronu, sigur, at teir pengarnir eru væl givnir út, tí alternativið kann skjótt verða nógv verri.

 

Les meiri um tað her: Korona: Kostar tvær milliónir um dagin – men tað er ein góð íløga

 

 

 

Antin mugu øll rinda, ella má tað verra ókeypis hjá summum, sigur løgmaður