Nógva staðni í verðini verða ikki so nógv fólk longur smittað av korona, sum herfyri. Og samstundis eru tað heldur ikki so nógv, sum doyggja við sjúkuni longur. Hetta vísir ein uppgerð hjá alheims heilsustovninum,WHO, skrivar tíðindastovan, Ritzau.
Tað er serliga í Afrika, Suðuramerika og í USA, at smittuspjaðingin er tálmað
Men hinvegin gongur tað framvegis ikki tann rætta vegin í landsynningsasia, har eysturi í Miðjarðarjavi og í pørtum í Evropa
Hesa seinastu vikuna, fram til 23 august, skrásetti WHO 1,7 milliónir nýggjar tilburðir av koronu og eini 39.000 deyðsføll.
Í smittutalið er tað fimm prosent minnu, og í deyðføllum er tað 12 prosent minni enn vikuna frammanundan.
Alheims heilsustovnurin sigur, at í Afrika er smittutalið fallandi eftir at tað sær út til at tað hevur verið í hæddini, men kortini ávara tey um gongdina í Suðurafrika, sum er tað landið í Afrika, sumer nógv harðast rakt.
– Vit stúra fyri, at hetta bara var tað fyrsta herðindi og at eitt annað herðindi er á veg, sigur ein talsmaður fyri WHO.
Her sipar hann til Spania, har nógvir tilburðir hava verið seinastu tíðina og nettupp í Spania, eru boð send eftir herinum at hjálpa til at forða fyri smittuspjaðingini.
Spania er tað landið í Evropa, har smittan breiðir seg eina harðast og í hesum sambandi skulu 2000 hermenn, sum eru servandir í smittuspjaðing, hjálpa til at finna tey, sum eru smittað.
Mundugleikarnir í Spania siga, at tað skal ikki henda seg aftur, at tey missa tamarhaldið á smittuspjaðingini, soleiðis sum tey gjørdu í vár.
Universitetið, Johns Hopkins upplýsir, at tilsamans hevur korona kostað 815.797 mannalív og yvir 23,8 milliónir fólk eru smittað tilsamans.
Í fleiri londum eru avmarkingar settar í gildi fyri at tálma smittuspjaðingini, eitt nú er tað eitt krav nógva staðni, at fólk skulu vera í masku og fleiri staðni eru sular, stovnar og arbeiðspláss, stongd.