Korona: Smittutalið er líka høgt enn

Nú er eitt fólk afturat farið á sjúkrahús við koronu

Tað gongur illa at fáa bilbukt við koronusmittuni, tí tølini minka einki. Aftur i gjár vórðu 58 tilburðir afturat staðfestir, sigur landslæknin beint nú. Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

 

Í gjár vórðu 1.521 fólk kannað fyri koronu. Í løtuni eru 540 smittað og og nú er eitt fólk afturat farið á sjúkrahús við koronu, so nú eru seks fólk innløgd við koronu í Føroyum.