Hóast tølini í gjár lækkaðu úr 62 dagin fyri niður í 41, so eru tey nú aftur eksploderað. Tí fyribils bendir á, at um 100 nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár.
Seinustu vikuna hava hesi smittutilburðir verið staðfestir:
6. desember: 41
5. desember: 58
4. desember: 62
3. desember: 46
2. desember: 62
1. desember: 62
30. november: 73
Tað gevur eitt miðaltal upp á 57 um dagin seinastu vikuna.
Taka vit fyribilstalið í dag við, so gevur tað eitt miðaltal upp á 62 um dagin seinastu vikuna.
So nú nærkast við reyða ferðsluljósinum hjá landsstýrinum, sum er 75 um dagin í eina viku. Tá verða strangari tiltøk sett í verk.
Verða smittutølini eins høg næstu dagarnar, so koma vit upp í reyða feltið – tí um talið verður 89 næstu tríggjar dagarnar, so er miðal talið uppi á 75 fyri eina viku.