Korona: Smittutølini flúgva upp eftir

Í gjár varð gamla smittumetið meiri enn tvífaldað

Korona breiðir seg sum eldur í samfelagnum. Í fyrradagin, vóru 38 nýggir tilburðir og tað var met eftir einum degi. Men í gjár varð tað metið væl og virðiliga tikið, tí nýggastu tølini vísa, at í gjár vórðu heili 89 nýggir tilburðir av koronu.

 

Sostatt eru 216 fólk smittað í løtuni og 288 fólk eru í sóttarhaldi. Men tað er framvegis eingin lagdur á sjúkrahús við koronu.