Fríggjadagin 5. november, kunngjørdi Tórshavnar Býráð, at øll ferðafólk við bussunum hjá Bussleiðini skulu vera í masku. Talan er ikki bara um eitt tilmæli, men um eitt krav. Men nú sigur býráðið, at nú veða reglurnar herdar, so at hereftir sleppa ikki meiri enn 25 ferðafólk við hvørjum bussi. Sostatt skulu bussarnir ikki vera meiri enn hálvfullir, ella gott tað.
Býráðið sigur, at kravið um at vera í masku er sett fyri at byrgja fyri at smittan skal breiða seg, og fyri at hugsa um tey, sum ikki tola so væl at fáa koronu. Her verður serliga hugsað um tey, sum eru í vandabólki ella sum hava onkran í familjuni, sum ikki tolir at fáa koronu. Her verður eisini hugsað um tey, sum ikki kunnu verða koppsett av onkrari orsøk.
Býráðið sigur, at tað ber ikki til hjá bussførarum at hava at kanna koronupass, og teir hava eisini avmarkaðar møguleikar fyri at útinna kravið um masku.
– Hetta er sostatt eisini ein innilig áheitan á øll um at halda reglurnar og at hugsa um onnur, soleiðis at bussførararnir kunnu hugsavna seg um at koyra, sigur býráðið
Býráðið sigur, at bussførararnir hava tó heimild at krevja, at fólk eru í masku, og at nokta ferðafólkum, sum ikki eru í masku, at sleppa við bussinum. Somuleiðis hava bussførararnir eisini heimild til nokta at taka fleiri ferðafólk uppí, tá ið 25 fólk longu eru í bussinum frammanundan.
– Fólk, sum av heilsuligum ávum ikki kunnu vera í masku, kunnu tó sleppa undan kravinum, men so skulu tey hava læknaváttan, har tað stendur, at tey ikki tola at vera í masku.