Korona: Stytta nú tíðina ímillum prikini enn meira

Nú verða nakrir aldursbólkar koppsettir fyrr enn teir annars skuldu, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum

Nú er ætlanin at seta enn meiri ferð á at koppseta fólk fyri koronu. Sum støðan er nú, verður mælt til, at øll yvir 18 ár verða koppsett tríggjar ferðir fyri koronu. Hjá teimum, sum eru ímillum 18 og 39 ár, skulu tað vera minst seks mánaðir ímillum aðru og triðju sproytu, men øll yvir 40 ár, kunnu fáa ta triðju sproytuna fýra og ein hálvan mánað eftir at tey hava fingið aðru sproytuna.

 

Men nú hava heilsumyndugleikarnir í Danmark framskundað koppetingina, so nú kunnu eisini tey ímillum 18 og 39 ár í Danmark verða koppsett triðju ferð, fýra og ein hálvan mánað eftir at tey hava fingið aðru sproytuna.

 

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur, at hetta verður nú eisini sett í gildið í Føroyum. Hann hevur akkurát fingið eitt tilmæli frá landslæknanum á borðið hjá sær, har landslæknin mælir til at seta somu skipan í gildið í Føroyum eisini.

 

Sostatt verður tað nú eisini so í Føroyum, at øll yvir 18 ár, kunnu fáa sær ta triðju sproytuna fýra og ein hálvan mánað eftir, at tey hava fingið aðru sproytuna.

 

Lýst verður tá ið tað er klárt at seta nýggju skipanina í gildið.