Suðuroyar Sjónleikarafelag, fer nú at framføra skemtileikin "Fótur í hosu" eftir Súsannu og Hans Torgarð.Leikurin verđur spældur í SALT.
Frumframsýningin verður leygardagin 30. oktobur og sýning verður 5. novembur.
Hetta var ætlanin. Síðani bleiv alt útsett eina viku, ella so, orsakað av koronastøðuni.
og í kvøld eru aftur nýggj bið frá sjónleikafelagnum:
Nú Corona ger um seg, hevur Suðuroyar Sjónleikarafelag avgjørt at útseta sjónleikin "Fótur í Hosu."
Vit halda geistin uppi og gleða okkum til at sleppa á pall aftur í SALT, tá tíðin er til tað, sigur felagið, og leggur afturat, at lýs verður við frumframsýning og sýningum seinni í ár.
##med2##