Korona: Tað er eitt vánaligt hugskot

Løgtingið hevur biðið landsstýrið umhugsa at seta brúkaragjald á fólk í sambandi við koronu, og tað hevur løgmaður gjørt sær nakrar tankar um

Nú hevur Løgtingið heitt á landsstýrismannin í heilsumálum um at umhugsa at seta brúkaragjald á kanningar. Tað merkir, at tað skal kosta at fara á sjúkrahúsini at lata seg kanna fyri koronu. Endamálið er at tálma útreiðslurnar til koronukanningar, tí fleiri løgtingslimir siga, at tað er við at sláa botnin undan landskassanum. Tey vilja heldur hava fólk at gera meiri burtur úr snarkanningum og tað skulu bara vera tey, sum føla seg sjúk, ella sum hava verið í samband við sjúk fólk, sum skulu fara á sjúkrahús at kanna seg. Tey, sum  koma til Føroya og hava verið her í tveir dagar, skulu eisini kanna seg á sjúkrahúsi og somuleiðis tey, sum Landslæknin vil hava kannað. Men Løgtingið heldur, at landsstýrið eigur at umhugsa at leggja brúkaragjald á tær kanningarnar. 

 

Pál Weihe, ráðgevari í koronu, sigur, at tað er fryktandi fyri, at tað fer at fáa fólk at setast aftur og at lata vera við at lata seg kanna, serliga um tað skuldi hent, at brúkaragjaldið verður nakað nevnivert.

 

Tvørtur ímóti heldur Pál Weihe, at vit eiga at fáa fleiri kanningarstøðir, so at tað verður lætt og ómakaleyst at lata seg kanna, bæði við snarkanningum og við pcr-kanningum, sum er tað, ið verður gjørt á sjúkrahúsunum nú.

 

Annars hevur politiski myndugleikin boðað frá, at fólk, sum eru frísk, skulu ikki lata seg kanna fyri koronu á sjúkrahúsum. Pál Weihe heldur, at tað er meiningsleyst, at tosa soleiðis, tí 60 prosent av teimum, sum hava koronu, vita ikki av tí, men fyri tað kunnu tey smitta onnur.

 

Pál Weihe ásannar, at politiski myndugleikin kann hava bæði politisk og fíggjarlig atlit at taka, men út frá einum fólkaheilsuligum sjónarmiði eiga vit at gera nógv burtur úr at kanna fólk fyri koronu.

 

Hann heldur, at tað er eitt gott stig, at tað nú aftur er eitt krav, at øll, sum koma til Føroya, lata seg kanna. Tað eru eisini nógv, sum framvegis hana hug at undirmeta koronu. Men tað er Pál Weihe fullkomiliga ósamdur í, tí korona krevur rættiliga nógv mannalív, eisini í tí framkomna heiminum, so talan er um ein veruligan trupulleika, sigur Pál Weihe.

 

Tá ið fíggjarlógin var endaliga samtykt, ásannaði løgmaður eisini, verður brúkaragjald lagt á koronukanningarnar á sjúkrahúsunum, verða tað uttan iva munandi færri, sum fara at lata seg kanna. Tí heldur hann ikki, at tað er ein gongd leið at seta gjald á kanningarnar. Hann leggur afturat, at hetta er heldur ikki ein spurningur, landsstýrið arbeiðir við.

 

– Tað, sum hevur størstan týdning, er at halda samfelagshjólini malandi við so fáum avmarkingum, sum gjørligt. Og ein høvuðsorsøk til tað eydnast, er, nettupp at vit kanna so nógv, sum vit gera, segði Bárður á Steig Nielsen.