Korona: Viðgera um aldursmarkið skal lækkast

Men tað hevur ikki skund at taka eina avgerð, sigur landslæknin

Í dag hevur heilsustýrið í Danmark mælt til, at aldursmarkið fyri, hvør skal koppsetast fyri koronu, verður lækkað. Sum er, vera tey, sum eru undir 16 ár, ikki koppsett fyri koronu, men nú verður mælt til, at eisini tey 12-15 ára gomlu eisini verða koppsett.

 

Koppingarevnið frá Pfizer er nú eisini góðkent til hendan aldursbólkin og grundgevingin frá heilsumyndugleikunum er, at tað hevur týdning at fáa tey 12-15 ára gomlu koppsett eisini fyri at gera samfelagið meiri mótstøðuført sum heild.

 

Lars Møller, landslækni, sigur, at hetta er eitt mál, tey eisini fara at viðgera í føroysku koppingarnevndini. Men hann sigur, at tað hevur ikki skund at taka hesa avgerðina, tí talan verður ikki um at koppseta tey fyrr enn einaferð í heyst, tá ið øll hini eru koppsett.

 

Í tíðindunum á miðdegi í dag, segði Pál Weihe, ráðgevari í koronu, í tíðindunum á FM1, at hann mælti til, at vit gera sum danir, og eisini fara at koppseta tey 12 – 15 ára gomlu, tí tað hevði gjørt mun í arbeiðnum fyri at gera samfelagið sum heild, meiri mótstøðuført. Hann væntar eisini, at tað verður tilmælið til myndugleikarnar.

 

Verða tey ikki koppsett eisini, kann smittan ferðast ímillum tey ungu, og tey kunnu smitta onnur, uttan at tey sjálvi eru sjúk. Avleiðingin av tí kann verða, at nýggir variantar fara at mennast og at trívast í samfelagnum, sigur Pál Weihe.

 

Hann vísir á, at longu sum er, koppseta vit børn fyri nógvar sjúkur, sum vóru púra vanligar fyrr, men sum ikki eru til longur, tí børnini eru koppsett og hann heldur, at vit eiga at ganga í fótasporunum hjá dønum í hesum føri.