Tað er ikki tamarhald á koronu-smittuni í løtuni og tí mælir koronu-ráðgevingin til, at samfelagið steðgar á eina tíð, og at stór tiltøk verða avlýst. Karl Johansen, sýslumaður í Klaksvík, sigur, at tað er orsøkin til, at Norðoyastevnan, sum skuldi verða um vikuskiftið, nú er avlýst.
Borgarstjórin sigur, at Norðoyastevnan hevur verið fyriskipað í góðum samljóði við heilsumyndugleikarnar, og hon er lutvíst farin av bakkastokki.
Karl Johansen sigur, at hetta harmast tey um, men tey taka tilmælið til eftirtektar og tí verður norðoyastevnan avlýst. Samstundis heita tey á fólk, og feløg annars, um at taka hesi tilmæli í álvara og fylgja ráðunum hjá heilsumyndugleikanum.