Vit hava brúk fyri hugflogi og nýhugsan, nú tey gomlu aftur eru avbyrgd í sambandi við koronu-smittuna. Tað siga tey í landsfelagnum fyri pensjónistar – og sjálvi hava tey eisini nøkur hugskot um, hvat vit kunnu gera-
Í allar bestu meining eru tey aftur avbyrgd frá sínum nærmastu fyri at forða fyri at korona skal breiða seg. Men vit halda, at spurningurin er, hvat vit kunnu gera fyri at veita teimum ein lívsdygd, so tey ikki kenna seg heilt slept uppá fjall, sigur Landsfelagið hjá pensjónistunum.
– Tá korona á fyrsta sinni tók seg upp í vár, vóru nógv eldri fólk rakt av djúpum tunglyndi, og tað vóru ikki bara tey á røktar- og ellisheimum, men eisini onnur, sum fingu mat bornan til úthurðina. – Nú onnur korona-bylgjan rakar okkum, eru fleiri, ið enn ikki eru sloppin burturúr tunglyndinum og øllum tí, ið tað førir við sær.
– Hetta nívir somuleiðis teirra avvarðandi sera hart og tað eru verri enn so øll, ið hava skilt, hvat korona er fyri nakað, og hví óhugnaliga smittan skal forða teirra nærmastu at koma á vitjan, sigur Beata Lindenskov Samuelsen, forkvinna í Landsfelag Pensjónistanna.
Hon heldur, at vit eiga ikki bara at hugsa um tað likamligu heilduna.
– Vit mugu eisini hugsa um ta sálarliga og harvið lætta eitt sindur um stongsulin, so lívið hjá okkara gomlu gerst eitt sindur ljósari, sigur hon.
– Eitt dømi kundi verið, at ein plexirútur sum kann flytast frá stað til stað, varð settur upp millum búfólk og avvarðandi, tá ið tey fingu vitjan á ellis- og røktarheimum.
– Tær uppvenjingar, sum vanliga fara fram á eldraøkinum og sum tey nú eru givin við, áttu at borið til við at umskipa tær.
– Tey, ið hava venjing fyri neyðini, gerast uppaftur veikari og óhjálpin, enn tey vóru undan koronu. Men við at spritta amboð og við at terapeutarnir lata seg verndarklæðir, mátti tað borið til, at lofta teimum, ið eru bundin at uppvenjingini fyri at varðveita lívsgóðskuna hjá teimum
Eitt annað, ið kundi verið gjørt meira av í hesum tíðum, er felagssangur undir frástøðu, og tað er at spæla samrøður, útvarpið hevur havt eldri fólk fyri teimum, tí tað vekir minnir frá gomlum døgum. Talan kundi verið um frásagnir frá 2. heimsbardaga og kendir sangir hjá Veru Lynn og øðrum frá teirri tíðini-
– Landsfelag Pensjónista vil við hesum gera vart við, at okkara eldru, sum føla seg innibyrgd í eini ostaklokku, skulu vita, at tey ikki eru gloymd í øllum hesum korona-rokanum, sigur Beata L. Samuelsen.