Í gjár vórðu reglurnar fyri, hvør skal lata seg kanna fyri koronu, broyttar Tað merkir at nú skulu fólk yvirhøvur kanna seg sjálvi við snarkanningum. Tað er bara í serstøkum førum, at fólk skulu fara á sjúkrahúsverkið at lata seg kanna. Tey, sum nú fara á sjúkrahúsverkið at lata seg kanna, skulu lúka eina av hesum treytum:
- Tey hava sjúkueyðkenni.
- Tey eru í húski saman við einum smittaðum.
- Ein snarkanning vísir, at tey hava koronu.
- Tey skulu til viðgerð á einum útlendskum sjúkrahúsi.
Tá ið á ið fólk biðja um tíð til koronukanning á sjúkrahúsverkinum, skulu tey samstundis vátta, at tey lúka eina av hesum fýra treytunum. Tað merkir sostatt, at fólk skulu longur skulu bíleggja tíð til koronukanningá sjúkrahúsverkinum tá ið ein starvsfelagi, ella ein floksfelagi, sum tey hava verið í sambandi við, er smittaður.
Enn hevur hetta ikki havt so stóra ávirkan á talið á teimum, sum lata seg kanna á sjúkrahúsverkinum - men Fróði Jacobsen, samskiftisráðgevari hjá sjúkrahúsverkinum, sigur kortini, at tað er ein týðiligur munur at síggja. Í januar mánað eru 2.899 fólk kannað á sjúkrahúsverkinum í miðal um dagin og týsdagarnar í januar eru 2.794 fólk kannað í miðal um dagin.
Í gjár var eisini týsdagur og tað var fyrsti dagur, nýggju reglurnar vóru í gildi og Fróði Jacobsen sigur, at í gjár vórðu 1.750 fólk kannað fyri koronu á sjúkrahúsverkinum. Í gjár settur smittutølini met, so tað eru rættiliga nógv fólk, sum lúka treytirnar fyri at lata eg kanna í dag og longu klokkan níggju í morgun høvdu 1.800 fólk biðið um tíð til kanning í dag.
Samskiftisráðgevarin sigur, at hóast tølini ikki eru lækkað so nógv, er hetta sum tey høvdu væntað. Vit høvdu altíð væntað at hava eina ávísa bremsulongd, og at tað fer at taka nakrar dagar, áðrenn fólk rættiliga rættiliga geva sær far um nýggju mannagongdina. Men samstundis eru smittutølini høg, so tað eru nógv fólk, sum eiga at lata seg kanna, eitt nú tí at tey eru í húski við einum, sum hevur fingið smittuna.
Fróði Jacobsen sigur, at hóast reglur eru fyri, hvør skal lata seg kanna, er tað ikki so, at fólk eru á kanningarstaðnum og krevja prógv frá fólki. Hetta byggir á álit, og vit hava álit á, at fólk fylgja nýggju mannagongdini, sigur hann.