Hvar endar tað lívfrøðilia tilfarið, sum verður tikið frá fólki, tá ið tey verða kannað fyri koronu. Tað vil Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, hava at vita frá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum. Í hesum sambandi vil hon hava at vita um tilfarið verður burturbeint, ella, hvussu leingi tað verður goymt, og um tað annars verður brúkt til onnur endamál.
Í hesum sambandi vil hon hava at vita um landsstýrismaðurin hevur avtalað nakrar mannagongdir við kanningarstovurnar, sum kanna fólk fyri koronu.
Ruth Vang vísir á, at seinastu tíðina hava miðlar í Danmark varpað ljós á, at Statens Serum Institut goymir lívfrøðiligt tilfar frá royndunum, sum verða tiknar fyri at staðfesta koronu. Tað merkir, at DNA av fólkunum verður skrásett og goymt í óasetta tíð við gransking fyri eyga.
Í hesum sambandi hevur verið funnist at, at fólk hava ikki fingið nøktandi kunning um hetta. Ruth Vang sigur, at støðan varð serliga ivasom, tá ið Danmarks eisini avdúkaði, at blóðroyndir, sum Statens Serum Institut hevur tikið av donskum barnakonum, verða nýttar í eini granskingarætlan í USA, uttan at kvinnurnar, á nakran hátt, eru kunnaðar, ella hava givið tilsøgn til tað.
Tingkvinnan sigur, at í Føroyum er tað tann vanliga fatanin, at tilfarið frá royndunum verður burturbeint, og vit hava ikki havt orsøk til at óttast at vit enda í somu støðu sum í Danmark.
Men tað hevur ikki verið lagdur serligu stórur dentur á at kunna um júst hesi viðurskifti. Eitt nú sigur Ruth Vang, at í hvussu so er hevur tað ikki eydnast henni at fáa nakrar upplýsingar um hetta.