Sum støðan er nú, og sum útlitini eru beint nú, ber tað væl til at halda G-festival í summar. Tað heldur Pál Weihe, ráðgevari í koronu. Í morgun boðaði leiðslan fyri G-festivalin frá, at nú er endalig avgerð tikin um at halda G! í Gøtu sum vanligt, og tað verður í døgunum frá hósdegnum 15 juli til leygardagin 17. juli.
Og Pál Weihe heldur ikki, at tað er fyrireikararnir hava tikið nøkur óráð fyri. Hann sigur, at sum støðan er í dag, við ongari smittu, og sum útlitini eru, ber tað væl til at skipa fyri einum festivali.
Hann sigur, at rættilig ferð er komin á at koppseta fólk, bæði her í Føroyum og uttanlands, og mitt í juli eiga vit at verða komin so mikið langt við koppsetingini, at í hvussu so eru øll, sum mugu metast at vera í vandabólki, eru koppset.
Hann heldur kortini, at ein fortreyt fyri at varðveita ta góðu støðu, vit eru í, er, at vit framhaldandi kanna fólk, sum koma uttanlands. Tilmælið til tey, sum koma til Føroya, eru, at tey lata seg kanna tríggjar dagar til fimm dagar, áðrenn tey koma, og so verða tey aftur kannað, tá ið tey koma til Føroya. Harumframt verður mælt til, at tey kanna seg um aftur tá iå tey hava verið her í fýra dagar, og tey eiga ikki at fara út ímillum fólk fyrr enn kanningin tann fjórða dagin vísir, at tey eru frísk.
Hetta er eisini galdandi fyri allar føroyingar, sum fara uttanlands at ferðast. Men tað er ikki neyðugt at tey, sum eru liðugt koppsett minst átta dagar áðrenn tey koma til Føroya, halda seg burtur frá fólki teir fyrstu fýra dagarnar
– Halda vit okkum hesi tilmælini, hava vit so gott tamarhald á støðuni, ber væl til at skipa fyri G-festivali, og øðrum summarstevnum, undir tryggum umstøðum, sigur Pál Weihe.
Hann sigur, at tað er long tíð til mitt í juli, og tað er væl trúligt, at almennu tilmælini í samband við koronu, verða linkað hesa næstu tíðina.
– Men sjálvandi kunnu vit koma í eina støðu, har smittan aftur fer at gera um seg aftur. Men hendur tað, eru vit í einari nýggjari støðu, og mugu vit taka støðu til tað tá, heldur hann.
– Sjálvandi er ein ávísur vandi fyri, at ein superspjaðari verður á G1, men halda vit okkum til tilmælini um kanningarnar við markið, hava vit rættiliga gott tamarhald á støðuni, leggur hann afturat. So sum støðan er nú, ber væl til at halda ein tryggan festival.
– Vit kunnu ikki halda fram at liva í einum samfelagi, sum er í undantaksstøðu. Vit skulu eisini sleppa at liva lívið aftur eftir at tilveran hevur verið nógv skerd hetta seinasta árið. Og málið má verða, at tá ið stórur partur av fjøldini er koppsett, skulu vit liva eitt vanligt lív aftur, sigur koronuráðgevarin.