Koronupass: Tað er ikki alt sum er lógligt  

Dátueftirlitið ger nú vart við, hvussu koronupass kann brúkast í Føroyum – og hvat er ólógligt

Í sambandi við koronu, hevur Landsstyrið mælt til, at vit skulu brúka koronupass í ymsum sambandi. Dátueftirlitið ger nú vart við, at koronupass kann ikki brúkast til hvat sum helst, tí har standa ymsir persónligir upplýsingar um eigaran.

 

Dátueftirlitið sigur, at í summum førum kann mannagongdin hjá fyritøkum og stovnum í sambandi við koronupass, verða ólógligt. Verður koronupassið kannað við at starvsfólk bara hyggja at tí, er tað ikki ólógligt, tí tá verða upplýsingarnir í tí ikki viðgjørdir upp á nakran máta.

 

Men verða upplýsingarnir í koronupassinum skrásettir, er tað ólógligt. Sostatt er tað ólógligt at skráseta upplýsingarnir í koronupassinum í skipanini hjá fyritøkuni, ella stovninum. Tað er eisini ólógligt bara at skráseta, at viðkomandi viðskiftafólk hevur koronupass og sostatt lýkur treytirnar fyri at sleppa inn. Tað er nevniliga at viðgera persónligar upplýsingar og tað er fevnt av lógini um dátuvernd.

 

Verða persónligir upplýsingar viðgjørdir ella skrásettir, er tað týdningarmikið, at fyritøkan ella stovnurin tryggja sær, at treytirnar í dátuverndarlógini verða hildnar. Tað merkir, at fyritøkan ella stovnurin skal tryggja sær, at heimild er til staðar at viðgera upplýsingarnar og at rættindini hjá teimum, sum verða skrásett verða fylgd, sigur Dátueftirlitið.