Koronutíðin hevur rakt nógv fólk meint – men hon hevur eisini verið rættiliga góð fyri summi.
Í øllum førum hava handilsfólk notið gott av koronutíðini, tí tað vísir seg, at hesa tíðina hava vit keypt nógv meiri enn vit plaga at at gera. Tað er úrslitið, nú Hagstovan hevur gjørt nýtsluna á summum økjum upp.
Í hesum sambandi hevur Hagstovan gjørt upp, hvussu nógv er selt í Føroyum av mati, sodavatni, saft, og øðrum alkoholfríum drykkum, klæðum, skóm, húsarhaldsútgerð og húsbúnaði annars.
Hetta er tað, sum kann kallast vanligar gerandisvørur, og niðurstøðan er, at annan ársfjórðing í ár, sum er frá apríl til juni, var sølan av hesum vørum munandi hægri enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Koronu tiltøkini vórðu sett í verk á grækarismessu 12, mars og tá var meginparturin av fyrsta ársfjórðini farin. Men fyrsta ársfjórðing var sølan av klæðum og skóm, 8,5 prosent minni enn í fyrsta ársfjórðingi í fjør. Men nýggjastu tølini fyri annan ársfjórðing vísa nú, at sølan er sjey prosent hægri enn í øðrum ársfjórðingi í fjør.
Hagstovan, sigur, at verður lagt upp fyri prísbroytingunum, er sølan av klæðum og skóm vaksin 3,4 prosent í nøgd.
Fyri vørubólkin, sum eitur matur og alkoholfríir drykkir, hevur sølan verið óvanliga stór fyrru hálvár í ár 2020 samanborið við fyrra hálvár í fjør.
Fyrsta ársfjórðing í ár var sølan 12,1 prosent størri enn hon var fyrsta ársfjórðing í fjør og annan ársfjórðing var sølan 14,2 størri.
– Vøksturin hesaferð stendst helst av, at húski hava gjørt meiri mat heima enn tey plaga tí bæði arbeiðspláss, skúlar, barnagarðar, matstovur, og annað, hevur verið stongt.
Prísirnir á mati og alkoholfríum drykkjuvørum er hækkaður 1,7 prosent í miðal frá øðrum ársfjórðingi í fjør til annan ársfjórðing í ár, og verður lagt upp fyri hesum, er er nýtslan hesum vørum vaksin 12,5 prosent í nøgd.
Í vørubólkinum húsbúnaður og húsarhaldsútgerð var umsetningurin fyrsta ársfjórðing í ár 6,7 prosent størri enn í fyrsta ársfjórðingi í fjør, og annan ársfjórðing í ár var hann 14 prosent størri.
Hesi seinastu 10 árini hevur prísurin fyri hendan vørubólkin lækkaður í miðal men frá øðrum ársfjórðingi í fjør til annan ársfjórðing í ár, eru prísirnir tó í miðal hækkaðir nakað. Men verður lagt upp fyri hesum, er nýtslan av hesum vørum vaksin 13,3 prosent í nøgd.