Koyrdu útav á Hvítanesi: Tveir mans gistu í brummuni

Tveir fullir menn liggja og sova hjá løgregluni, eftir at teir koyrdu útav á Hvítanesi

Klokkan fýra í morgun fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilur var farin út av vegnum á Hvítanesi. Tá løgreglan kom á staðið, møttu tey tveimum monnum nærindis bilinum. Tað vísti seg at vera menninir, sum høvdu koyrt bilin. Teir høvdu ongan skaða fingið, men tað hevði bilurin harafturímóti.

Menninir vóru ikki edrúir – ella sum vaktleiðarin málber seg: »Eitt sindur meira enn vanliga fullir«. Tá teir heldur ikki vóru føroyingar og ringir at skilja, so endaði tað við, at teir vóru tiknir við á støðina, har teir sova rúsin av sær í brummuni, áðrenn teir verða avhoyrdir í morgun. Løgreglan veit ikki enn, hvør teirra hevur koyrt bilin, men kanningar verða gjørdar, sum helst skulu staðfesta tað, sigur vaktleiðarin.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##