Kunnu vænta at fáa meiri koppingarevni til Føroya

Men tað er óvist, hvussu nógv vit fáa afturat

Í gjárkvøldið bar danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, tey tíðindi, at danir hava keypt meira enn eina millión skamtar av Pfier koppingarevni úr Rumenia og tær fyrstu sendingarnar koma helst til Danmarkar úr Rumenia longu í hesi vikuni.

 

Higartil hava førpoyingar fingið umleið 0,9 prosent av tí koppingarevni, danir hava útvegað og Sjúkrahúsverkið sigur, at tað er væntandi, at vit eisini fáa ein part av hesi eykakvotuni, sum danir hava fingið.

 

Í morgin fer Landsapotekarin á fund í danska koppsetingarbólkinum og har verður málið um, hvussu koppingarevnið úr Rumenia skal býtast millum donsku landspartarnar, og Føroyar, umrøtt.

 

Í løtuni ber tí ikki til at siga neyvt, hvussu stóran part av hesum koppingarevnunum koma til Føroyar, og nær hetta verður, men tað fáa vit væntandi meiri at vita um seinni í vikuni.

 

Grønlendingar hava ikki brúkt koppingarevni frá Pfizer, tí tað skal goymast í 70 ella 80 kuldastigum og tað er ringt at hava við at gera hjá grønlendingum, har tað er ómetaliga langt ímillum bygdir og bíðir. Tí hava grønlendingar brúkt koppingarevnið frá Moderna, sum ikki setur so stór krøv til goymslurnar.