Landsliðsmálverjin vann føroyingauppgerðina í Nykøbing

HØJ vann greitt á Team Sydhavsøerne, meðan FIF misti eitt stig í allarseinasta sekundinum

Trý føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum í dag. Harímillum var ein føroyingauppgerð.

 

Í Lollands Bank Arena høllini í Nykøbing tóku Pætur Mikkjalsson, Pauli Mittún og liðfelagarnir móti Paula Jacobsen og liðfeløgunum í HØJ.

 

HØJ sum er oddalið hevur framvegis fult stigatal aftaná 10 dystir. Í dag vann HØJ greiðan 31-25 sigur á suðuroyggjamonnum. Í steðginum var HØJ á odda 18-14.

 

Pætur skoraði fýra mál og Pauli Mittún skoraði eitt mál fyri heimaliðið.

 

HØJ er fremst í deildini við 20 stigum. HØJ er tvey stig frammanfyri Skive. Suðuroyggjamenn eru nummar seks við 11 stigum fyri 10 dystir.

 

Bogi Hansen og brøðurnir Janus og Jónas Djurhuus spældu saman við liðfeløgunum í FIF dyst á útivølli móti Odense. Odense vann dystin 32-31 við einum brotskasti, ið Jacob Lyck setti í netið í allarseinasta sekundinum av dystinum. Í steðginum var FIF á odda 19-18.

 

Bogi skoraði fýra mál, Jónas skoraði trý mál og Janus skoraði eitt mál fyri FIF. 

 

FIF er nummar níggju í deildini við átta stigum.