– Eg fari ikki at lukka nøkur skeinkistøð á ólavsøku og eg fari heldur ikki at skerja upplatingartíðirnar.
Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum. Løgtingið hevur annars samtykt at geva honum heimild til at avmarka upplatingartíðirnar, ella at lukka skeinkistøðunu heilt. Hann hevur eisini fingið til at avmarkað talið á gestum og endamálið við tí er at forða fyri, at korona aftur fer at breiða seg í Føroyum.
Í seinastuni hevur fløkja tikið eg upp um skeinkistøðini á ólavsøku. Herfyri gjørdi løgmaður eina avtalu við skeinkistøðini, at tey skuldu lata aftur klokkan tvey um náttina.
Men so kunngjørdi Tórshavnar Býráð, at tey skulu lata aftur á midnátt á ólavsøku. Tað elvdi til misnøgd og síðani broytti Tórshavnar Býráð støðu so at tey sleppa at hava opið til klokkan tvey. Tey í Tórshavnar býráð søgdu nevniliga, at tey vistu ikki av avtaluni ímillum løgmann og skeinkistøðini.
Sostatt er greitt, at skeinkistøðini verða opin til klokkan tvey. Men samstundis hevur Pál Weihe, koronaráðgevari hjá landsstýrinum, ávarað ímóti at fólk troka seg saman á ólavsøku, tí hann stúrir fyri, at tað kann fáa korona at taka seg upp aftur av álvara.
– Tað, sum undir ongum umstøðum má henda, er, at fólk fara at trokast saman á Vaglinum, í Vágsbotni, ella á skeinkistøðum, tá ið tað líður út á kvøldið, segði hann við Sosialin herfyri.
Men maðurin, sum situr við evstu ábyrgdini, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sigur, hann fer ikki at taka nøkur stig í hesum føri. Hann ger greitt, at so leingi korona ikki er í landinum, fer hann ikki at brúka heimildina til at avmarka upplatingartíðirnar hjá skeinkistøðunum.
Hann sigur sostatt, at hann fer ikki at brúka heimildina fyribyrgjandi og at lukka skeinkistøðini á ólavsøku við tí endamáli at forða fyri, at smittan aftur fer at breiða seg.
– Støðan skal vera alvorlig áðrenn eg brúka heimildina til at lukka skeinkistøð, ella til at avmarka upplatingartíðirnar, sigur hann. Tann heimildin verður ikki brúkt, uttan so, at smittan av álvara hevur tikið seg upp aftur. Hon verður ikki brúkt at forða fyri, at hon fer at taka seg upp aftur, sigur Helgi Abrahamsen.