Landsstýrið linkar aftur nú tilmælini um koronu

Samstundis verða tiltøk sett í verk fyri at fáa fleiri at koppseta seg

Landsstýrið hevur nú gjørt av at linka tilmælini í sambandi við koronu, enn meiri. Higartil hevur tað verið eitt tilmæli, at í mesta lagi 500 fólk kunnu savnast á sama stað. Men tað verður nú avtikið, so frá 10. august verður tað aftur frítt at savnast, akkurát so nógv fólk, sum tað skal vera.

 

Landsstýrið sigur, at tann góða gongdin sum er, bæði viðvíkjandi koppseting og við minkandi smittutølum, hevur við sær, at tað aftur ber til at skipa fyri størri tiltøkum. Mælt verður kortini til, at fyriskiparar bera so í bandi, at luttakarar lata seg kanna áðrenn tiltøkini byrja.

 

– Tey flestu í samfelagnum hava nú fingið møguleikan at lata seg koppseta, og tí er ráðiligt at seta meira ferð á, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í eini viðmerking.

 

– At tilmælini linka merkir tó, at ábyrgdin hjá tí einstaka verður størri, bæði fyri sær sjálvum og øðrum, leggur hann afturat.

 

Meðan ferðin økist, verður roynt at fáa so nógv koppsett, sum gjørligt, hesa næstu tíðina. Sjúkrahúsverkið fer tískil undir eitt átak, sum skal gera tað lættari hjá teimum, sum hava torført við at koma á koppsetingarstaðið, at verða koppsett. Til dømis hjá teimum, sum búgva á útoyggj.

 

Landsstýrið fylgir smittustøðuni, og um hon broytist, verða tilmælini tillagað, sigur løgmaður.