Tað eru Ide Møblar, sum eru veitarar av vøllinum.
– Tað sermerkta við hesum vøllinum er, at hetta er talan um fyrsta vøll, sum hevur umhvørvisvinarliga fyllu. Tað vil siga, at tala er ikki um ta vanligu gummi fylluna, sum flest allir vøllir hava, men talan er um korkfyllu og sum er munandi meira umhvørvisvinarlig enn vanliga gummifyllan, skrivar Eysturkommuna.
Har lata tey væl at, siga at arbeiðið gongur væl, og tey vænta, at arbeiðið verður liðugt um hálva næstu viku.