Leggja politikkin hjá Havnini fram í morgin

Í morgin fer nýggja samgongan í Tórshavnar býráð at leggja politikkin fram fyri fjølmiðlum

Tað verður gjørt á tíðindafundi á Reinsarínum.

 

Tórshavnar kommuna skrivar, at tá verður samstarvsavtalan løgd fram.

 

–  Á fundinum verður samstarvsavtalan millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Borgaralistan løgd fram, skrivar Tórshavnar kommuna.

 

Tíðindafundurin verður í Reinsarínum í morgin, 7. januar 2025 kl. 14:00. Øll eru vælkomin, skrivar Tórshavnar kommuna.

 

Nýggja býráðið tók við á nýggjárinum, og samstunds tók Elsa Berg út Tjóðveldi við sum nýggjur borgarstjóri í høvuðsstaðarkommununi. Hon er 28 ára gomul og yngsti borgarstjóri í Havn nakrantíð. Hon loysir av 78 ára gamla Heðin Mortensen, sum hevur verið borgarstjóri í Havn í 16 ár og sum á nýggjárinum hevði sitið í Tórshavnar býráð í samfull 52 ár.

 

Soleiðis var úrslitið av býráðsvalinum í Havn 12. novmber í fjør:

 

##med2##

 

##med3##