Leo pávi bjóðar Zelen­sky at vera vert­ur fyri friðar­sam­ráð­ing­um

Ukrainski forsetin vitjar pávan í Italia undan stórari ráðstevnu um endurbygging av Ukraina.

Ukrainski forsetin, Valodymyr Zelenskij (vinstrumegin) og Leo XIV pávi veittra av svalanum á summarbústaðnum hjá pávanum í býnum Castel Gandolfo, beint uttan fyri Róm. Zelensky vitjaði pávan í dag, áðrenn hann hósdagin og fríggjadagin luttók á ráðstevnu um umbygging av Ukraina. - Mynd: Andreas Solaro/Ritzau Scanpix

Vatikanið bjóðar seg fram at vera vertur fyri komandi friðarsamráðingum millum Russland og Ukraina.

Tað segði Leo pávi á einum fundi við forsetan í Ukraina, Volodymyr Zelenskij, í Italia í dag.

Zelensky takkar honum fyri tilboðið og kallar tað fyri "fullkomiliga møguligt - við tí endamáli at steðga russiskum ágangi og fáa ein støðugan, varandi og ektaðan frið".

Russland hevur tó áður vrakað tilboðið frá Vatikaninum um at vera vertur fyri friðarsamráðingum.

Orsøkin er, at Vatikanið er umgyrt av Italia, sum er eitt NATO-land, sum hevur stuðlað Ukraina síðani kríggið byrjaði í februar 2022.

Zelensky er í Italia fyri at luttaka á ráðstevnu um endurbygging av Ukraina. Hon verður hósdagin og fríggjadagin.

Í sambandi við ráðstevnuna letur Danmark 435 milliónir krónur til Ukraina. Peningurin fer til millum annað vatn og upphiting í býnum Mykolaiv, har Danmark hevur ein týðandi leiklut í at byggja býin uppaftur.

Uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, fer hósdagin til Italia at luttaka á ráðstevnuni um endurnýggjan av Ukraina í høvuðsstaðnum Rom.

Á árligu ráðstevnuni luttaka stjórnarleiðarar, vinnuleiðarar, borgarasamfelagið og altjóða felagsskapir.

Týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz, luttekur eisini á ráðstevnuni í Rom hósdagin.

Hann segði í dag, at hann fer at bjóða Ukraina loftverjuskipanir, skrivar Reuters.

Leo pávi, sum í síni lutfalsliga stuttu tíð sum pávi hevur lagt stóran dent á at arbeiða fyri at skapa frið í heiminum, hevur áður havt Zelensky á vitjan.

Hetta hendi 18. mai í Vatikaninum, stutt eftir at Leo var valdur til nýggjan páva eftir deyða Frans páva.

Leo tosaði eisini í telefon við russiska forsetan, Vladimir Putin, 4. juni.

Sambært Vatikaninum brúkti Leo samrøðuna til at heita á Putin um at taka ítøkilig stig til at enda meira enn trý ára langa kríggið í Ukraina.

 

Ritzau/Reuters

 

Ukrainski forsetin, Valodymyr Zelenskij (vinstrumegin) og Leo XIV pávi veittra av svalanum á summarbústaðnum hjá pávanum í býnum Castel Gandolfo, beint uttan fyri Róm. Zelensky vitjaði pávan í dag, áðrenn hann hósdagin og fríggjadagin luttók á ráðstevnu um umbygging av Ukraina. - Mynd: Andreas Solaro/Ritzau Scanpix