Conference League: SJK hevur eina lítla favorittstøðu móti KÍ

Klokkan 17 í morgin spælir KÍ fyrra dystin móti SJK Seinäjoki

Klokkan 17 í morgin spælir KÍ fyrra dystin í fyrsta undanumfarinum í Conference League. Dysturin verður á útivølli móti finska liðnum, SJK Seinäjoki sum hevur Samuel Chukwudi á liðnum.

 

SJK Seinäjoki hevur eina lítla favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til SJK Seinäjoki liggja millum 2,05 og 2,15.

 

Oddsini upp á javnleik, ið hevði givið KÍ eitt gott útgangsstøðið liggja millum 3,27 og 3,45.

 

Oddsini upp á útisigur til KÍ liggja millum 3,00 og 3,35. So lagt er upp til ein javnan og spennandi dyst. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##