Liðini hjá Meinhardi og Gullbrandi taptu greitt

Tað gjørdist ein ræðuligur dagur hjá føroyingaliðunum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini

0-11, so nógv taptu bæði føroyingaliðini í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í dag.

 

Gullbrandur í Horni Øregaard og liðfelagarnir í Sandnes ULF fingu av at vita á útivølli móti Vålerenga í Oslo. Sandnes tapti heili 0-8. 

 

Tá Gullbrandur kom á vøllin fyri Sandnes í 57. minutti var støðan longu 4-0. 

 

Meinhard Egilsson Olsen og liðfelagarnir í Mjøndalen taptu á heimavølli 0-3 fyri Egersund.

 

Longu í øðrum minutti legði Egersund seg á odda 1-0. Tá 12 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki gjørdi Ole Sveen sjálvmál, og so var mótbrekkan brøtt hjá Mjøndalen.

 

Tá 72 minuttir vóru leiktir staðfesti Egersund sigurin.

 

Meinhard spældi allan dystin fyri Mjøndalen. 

 

Sandnes ULF er aftast í deildini við bert níggju stigum fyri 13 dystir. Mjøndalen er nummar 12 og fimtaftast í deildini við 14 stigum.