Lions stuðlar Sinnisbata

Allur ágóðin frá ólavsøkuframsýningini hjá Lions Club Tórshavn í Müllers Pakkhúsi fer í ár til Sinnisbata. Freistin at lata listaverk inn er úti mánadagin.

Stóra listaframsýningin í Müllers Pakkhúsi er ein søluframsýning, har allur ágóðin fer til vælgerandi endamál. Í ár fer stuðulin til Sinnisbata, sum er áhugafelagið hjá teimum, sum hava sálarsjúku, og avvarðandi teirra.

 

Síðstu árini hevur Sinnisbati arbeitt við at seta á stovn eitt Headspace-tilboð í Føroyum, sum eisini er lagað eftir føroyskum viðurskiftum. Endamálið við Headspace er at veita børnum og ungum, ið ikki hava tað gott og stríðast, skjótan lággáttarstuðul.

 

Við Headspace kunnu tey tosa um ivamál og avbjóðingar í einum skipaðum og opnum felagsskapi. Líknandi tilboð er í fleiri norðurlondum og nú skjótt eisini í Føroyum.

 

Freistin úti mánadagin

Freistin at melda seg til ólavsøkuframsýningina í Müllers Pakkhúsi er mánadagin 21. juli. Nærri fæst at vita á lions.fo/tn. Listaverkini kunnu latast inn í Müllers Pakkhúsi hósdagin 24. juli millum klokkan 16 og 18.

 

Ólasøkuframsýningin letur upp seinnapartin sunnudagin 27. juli og heldur fram alla ólavsøkuna, líka til mikudagin 30. juli. Sunnudagin er opið klokkan 16-20, ólavsøkuaftan og ólavsøkudag klokkan 14-20, og mikudagin er opið klokkan 16-20.