Í morgin seinnapartin klokkan 14 byrjar dysturin í Nations League deild C millum Føroyar og Norðurmakedonia á Tórsvølli.
(FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Tað verður 32 ára gamli, Manfredas Lukjančukas úr Litava sum verður høvuðsdómari.
Manfredas Lukjančukas hevur verið á Tórsvølli einaferð áður. Hann var fjórði dómari tá Føroyar í EM-undankappingardysti 10. juni í 2019 taptu 0-2 fyri Noregi.
Manfredas Lukjančukas hevur dømt altjóða felagsliðsdystir og landsdystir síðani 2017, so hann hevur fitt av altjóða royndum.
Deild C, Bólkur 4
14:00 GMT - Tórshavn (Tórsvøllur)
FØROYAR - NORÐURMAKEDONIA
Dómari: Manfredas Lukjančukas LTU
Hjálpardómari 1: Mangirdas Mirauskas LTU
Hjálpardómari 2: Aleksandras Stepanovas LTU
Fjórði dómari: Vilius Paulauskas LTU
VAR dómari: Benjamin Brand GER
VAR hjálpardómari: Donatas Šimėnas LTU
UEFA dómaraeygleiðari: Thomas Einwaller AUT
UEFA umboð: Ian Atkins ENG