Koronusmittan breiðir seg enn, men hon breiðir seg ikki líka skjótt sum í byrjanini av august.
Tað sigur Bjarni á Steig, yvirlækni og koronuráðgevi hjá myndugleikunum.
Nýggjastu tølini vísa, at fýra nýggir smittutilburðir eru, og tvey eru innløgd aftrat, soleiðis at tað nú eru fýra innløgd. Samstundis sæst, at talið av smittaðum er lækkað frá 144 til 142. Hetta er tí, at samstundis sum nýggir smittutilburðir koma, so blíva fleiri fólk frísk.
– Úr fyrstu bylgjuni eru fleiri, sum nú verða loyst úr sóttarhaldi, tí tey eru blivin frísk, sigur Bjarni á Steig.
Hann vísir á, at enn koma nýggir tilburðir regluliga, men teir flestu tilburðirnir eru fólk, sum longu eru í sóttarhaldi.
Men vit skulu enn taka støðuna í hægsta álvara, tí nógv føla ikki, at tey eru smittað, sigur Bjarni á Steig. Tí er tað eitt gott hugskot at brúka munnbind, og enn verður mælt til at halda frástøðu og hugsa um reinføri.
– Øll eru ein møguligur smittuberi, og mann skal vera ansin, sigur hann.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Bjarna á Steig í tíðindunum hjá FM1 á middegi.