Øll starvsfólkini eru nú søgd upp

Tað undrar Lis Eklund, at eingin politikari hevur verið á gátt og spurt, hvussu tað gongur

Støðan hjá Hotel Havgrím er ikki góð. Tað stafestir eigarin, Lis Eklund, á Facebook í áðni. Hon sigur, at í fjør minkaði sølan næstan 80 prosent, og nú eru øll starvsfólkini søgd upp.

Nú eru tað bara møðgurnar, báðar, hon sjálv og dóttirin, Beinta Rasmussen, sum passa hotellið og teir fáu gestirnar, sum eru her um vikuskiftini. Annars eru eingir gestir gerandisdagar, sigur hon.

Hon sigur, at hjálparpakki 1 var góður fyri starvsfólkið, sum kundu verða verandi í starvi. Tað var eisini gott fyri tey, tí at tey kundu varðveita starvsfólkið.

Hjálparpakki 3 kom eisini væl við hjá okkum. Stóri trupulleikin er, at hjálparpakkarnir fóru úr gildið  31. August í fjør, tí í dag er støðan akkurát líka ring, sum hon var síðst í august. Støðan er heldur verri enn nakrantíð, tí at ferðafólk eru kravd í seks daga sóttarhald, sigur hon.

Hon sigur, at í ár eru útlitini ikki góð, tí at nú eru uppaftur færri bókingar, enn í fjør. Í fjør tyktist tað, sum um ferðafólk, og vit øll, væntaðu, at korona fór at hæsa av nakað skjótt. Tað vardi ongan, at korona fór at verða partur av gerandisdegnum í ár.

##med2##

–  Nú tykist tað sum um, at ferðafólk hava mist vónina um, at tað nyttar nakað at leggja eina ferð til rættis í ár, tí at støðan er so ring uttanfyri landoddarnar.

– Niðurstøðan er, at vit mugu dúva uppá føroyskar gestir. Her er trupulleikin, at prísirnir bara lækka og lækka og verða trýstir í botn og tað er eitt greitt tekin um, at vinna er sera sjúk.

– Í eini støðu, har tey flestu hotellini eru í so svárari trongstøðu kann tað undra, at ikki ein tann einasti politikari hevur víst áhuga ella verið á gátt, og spurt, hvussu tað gongur, sigur hon á Facebook.