Løgmaður avlýsir jólaborðhaldið

Nú eru nýggj tilmæli um jólaborðhald – og vit skulu ikki fara til handils nær sum helst

Nú verða so nógv smittað við koronu hvønn einasta dag, at vit nærkast einari støðu, har alt samfelagið skal lukkast. Í eini roynd at fáa smittutølini at lækka, hevur landsstýrið tískil nú sett nýggj tilmæli, og tey verða so galdandi fyribils.

 

Fremsta endamálið er at tryggja, at sjúkrahúsverkið ikki brýtur saman, tí Landssjúkrahúsið er longu so hart rakt av koronu, at tað er í undantakstøði. Yvir 20 starvsfólk hava koronu, tað avmarkar virksemið rættiliga nógv. Skurðviðgerðir, og aðrar viðgerðir, sum ikki eru bráðneyðugar, eru útsettar og nýggju tilmælini verða eisini sett í verk at forða fyri, at fleiri fólk eisini verða innløgd við koronu.

 

Í hesum sambandi hevur løgømaður eisini nøkur tilmæl um, hvussu tey jólaborðhald, sum eru eftir, skulu haldast. Hann sigur, at bara fólk, sum arbeiða saman til dagligt, eiga at halda jólaborðhald saman. Men í mesta lagi skulu 20 fólk halda jólaborðhald saman. Sjálvur gongur hann undan sum eitt gott fyridømi og tískil er jólaborðhaldið á løgmansskrivstovuni avlýst í ár.

 

Løgmaður sigur, hann skilur fullvæl, at hetta kemur dátt við hjá fólki, nú øll hava glett seg til jólatiltøk. Men hann heldur, at vit noyðast at hugsa um okkara heilsuverk.  Tað er okkara trygd og vit mugu ikki koma í ta støðu, at tað brennur saman. Tí mugu vit taka eitt. Hann leggur afturat, at verða tilmælini, sum nú eru sett í verk, eisini fylgd, væntar hann, at vit kunnu halda eini jól, sum líkast so nógv einum vanligum jólum, sum gjørligt.  Málið er at á jólum skulusmittutølini verða lækkað munandi , men eydnast tað ikki, verður málið tikið upp aftur fyri at vita, hvat so er til ráða at taka.