Í dag, tann 28. februar, verða allar koronu-avmarkingar settar út gildið og í eini fráboðan í morgun, biðjur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, alment koronu farvæl. Korona hevur herjað her á landi í næstan tvey ár og hesa tíðina hevur tað rakt okkum í bylgjum, sum ferð eftir ferð eru niðurbardar – heilt til omikron varianturin fór at herja, men hann smittaði so illa, at tað var eingin vón um at berja hann noður.
– Koronan var ikki bara verið hættislig. Hon hevur eisini verið ómøgulig at rokna út. Hvørja ferð vit hildu at hon var tveitt á dyr, so vendi hon aftur. Ofta í nýggjum hami, sigur løgmaður. Tí leggur hann dent á, at tí er tað ikki uttan himpr, at hann nú veittrar koronu farvæl.
– Tá ið korona kom í mars 2020, varð landið sett í undantaksstøðu. Av røttum ræddust vit hesa nýggju og ókendu sjúkuna. Seinni lærdu vit at tillaga okkum og at ”dansa” við farsóttini, sum fleiri hava málborið seg, leggur hann afturat.
– Virusið broytti seg frá tí upprunaligu útgávuni til Alpha, Beta, Gamma og Delta, umframt onnur minni kend frábrigdi. Nógv doyðu av sjúkuni uttanlands, og tí máttu vit eisini ansa væl eftir, hóast sjúkan ikki tyktist at raka føroyingar so meint sum aðrastaðni. Tað er lagnunnar speisemi, at tað nú tykist sum koronan hevur sigrað seg sjálva í hel. Hesin seinasti varianturin, omikron, vísti seg at vera av slíkum slag, at hann smittaði verri, men var minni vandamikil.
– Afturat okkara egna høvuðsvápni, koppseting, broyttist korona brádliga frá at vera ókend og vandamikil sjúka til at vera nakað, sum líkist meira vanligari influensu. Meðan sjúkan leikaði harðast á, vóru allir hugsandi hættir at avmarka smittuna brúktir. Gjøgnum eitt langt tíðarskeið undir koronakreppuni kannaðu vit fyri korona meira enn nakað annað land.
– Tveir dagar fyri nýggjársaftan 2020 kom fyrsti kassin av koppingarevni til landið og síðani hava vit koppseta næstan øll í Føroyum. Tilbúgvingin í sambandi við kanningar og koppsetingar, hevur verið eitt bragd, sum ongantíð hevur sæð sín líka í føroyskari søgu. Hetta bragdið er høvuðsorsøkin til, at vit eru komin so væl gjøgnum kreppuna, sigur løgmaður.
Men tað eru eisini aðrar orsøkir til, at tað hevur gingið lutfalsliga væl í Føroyum samanborið við onnur lond. Vit hava verið røsk til at broytt okkara sosialu atferð, tá ið umstøðurnar hava kravt tað av okkum. Vit hava avlýst tiltøk og á ymiskan hátt borið okkum rætt at, fyri at minka um smittuvandan og meiri enn nakar annar, hava føroyingar havt álit á serfrøðingum, myndugleikum, miðlum - og á hvørjum øðrum.
– Vit hava øll offrað okkum, men givið er, at summi hava borðið byrðuna meira enn onnur. Tað eru tíverri tey, sum hava kent sviðan av koronakreppuni. Summi hava verið nógv einsamøll, summi hava fingið verri likamliga ella sálarliga heilsu og hjá summum hevur kreppan tikið ein stóran bita burtur úr inntøkuni.
– Tey ungu hava goldið ein lutfalsliga høgan prís. Tvey ár er long tíð, tá ið man er 15 ár. Tá hevur sosiala samveran við vinfólk alt at siga. Eg skal viðganga, at tað hevur verið sera torført at staðið við avgerðini um at skerja sosialt virksemi og at avmarka samveruna og stuttleikan, sum vanliga er grundleggjandi partur av at vera ungur og at vaksa til, sigur løgmaður.
Í sama viðfangi takkar okkum øllum inniliga tøkk fyri ta ábyrgd, vit hava víst, gjøgnum hetta søguliga avbjóðandi tíðarskeiðið – og ein serlig tøkk fer til tey, sum hava potað, prikað, ansað og analyserað.