Tað var klokkan 20.37 í kvøld, at løgreglan fekk fráboðan um, at eldur var í einum sethúsum í Hornabø í Havn.
Nøkur fólk vóru í húsunum, tá eldurin kyknaði, og hóast tað ikki kann sigast við fullari vissu, heldur løgreglan ikki, at nakar er eftir í húsunum, sum fórust rættiliga illa í eldinum.
Stórt átak hevur í kvøld verið í Hornabø við bæði sløkkiliðsbilum, sjúkrabilum og løgreglubilum, og J. C. Svabosgøta hevur verið stongd fyri ferðslu um hesar leiðir.
- Eldurin er sløktur, men her fara brandvaktir at vera í nátt fyri at tryggja sær, at eldurin ikki kyknar aftur. J. C. Svabosgøta fer framvegis at vera stongd á leiðini, har Háskúlavegur og Hornagøta koma oman.
Lesið eisini: Myndir: Eldur í sethúsum í Hornabø
Vaktleiðarin sigur, at hetta er fyri at tryggja sær atkomu, um tað skuldi hent, at eldurin kyknar aftur, tó at einki er, sum bendir á, at tað fer at henda.
Sambært løgregluni vóru nøkur fólk inni í húsinum, tá eldur kom í og tey, sum komu út, eftir at eldurin var kyknaður, søgdu, at eingin var inni eftir. Ein av teimum, sum komu út, endaði á Landssjúkrahúsinum fyri møguliga roykeitran.
- Eini hús, sum eru so illa brend, eru sjálvsagt nógv viknað, men vit fara inn í húsini at kanna og leita, tá hetta verður trygt. Fyribils hevur verið leitað í øllum húsinum, og tað er einki, sum bendir á, at nakar er inni eftir.
Løgreglan fer sjálvsagt eisini at gera sínar kanningar og avhoyringar, bæði fyri at finna út av orsøkini til eldin og fyri at tryggja sær 100 prosent, at øll, sum vóru í húsunum, sluppu út.
Vaktleiðarin sigur, at tað tíbetur er einki, sum bendir á, at nøkur menniskjanslig vanlukka er hent, men at síggja til eru húsini rættiliga illa farin.
Lesið eisini -
Hetta fer at taka í minsta lagi ein tíma aftrat - https://www.in.fo/news-detail/hetta-fer-at-taka-i-minsta-lagi-ein-tima-aftrat
Eldur í sethúsum í Hornabø - https://www.in.fo/news-detail/eldur-i-sethusum-i-hornaboe