Í Grønlandi er vanliga ikki loyvt at koyra við pikum eftir 1. mai, men nú hevur Grønlands Politi sæð tað neyðuga í at leingja um píkatíðina fleiri staðni í landinum.
Tað er aftur farið at kava nógvastaðni í Grønlandi, og bæði bygdir og býir eru aftur kavaklødd.
Tí hevur Grønlands Politi eftirmett støðuna við píkatíðini og hevur gjørt av at leingja tíðina, nær loyvt er at koyra við píkum, fleiri staðir í landinum.
Leingjanin av píkatíðini er galdandi fyri Qeqqata Kommunu, og her verður loyvt at koyra við píkum fram til og við 7. mai.
Í Nuuk og Paamiut verður loyvt at koyra við píkum fram til og við hin 14. mai.
- Undantaksloyvi fevnir eisini um smærri økini við Nuuk og Paamiut, skrivar Grønlands Politi á sínum Facebook-vanga.
Sermitsiaq veit at siga, at í allari Avannaata Kommunu og í Ittoqqortoormiit verður loyvt at koyra við píkum til og við 14. mai.