Løgreglan skal kanna hví eldur kom í Glyvursnes

Enn er ógreitt, hví eldur kom í maskinrúmið á Glyvursnesi.

Sjálvt um løgreglan ikki hevur illgruna um, at nakað kriminelt er farið fram í samnandi við eldin umborð á Glyvursnesi hjá Smyril Line, sum liggur í Hirtshals, skal løgreglan kortini gera kanningar á staðnum.

- Av tí at arbeiðsvanlukkan kravdi mannalív, mugu vit sjálvandi hava fullkomna greiðu á, hvat hendi. Og sjálvandi skal arbeiðseftirlitið eisini gera sínar kanningar, sigur hann.

Tí er løgreglan framvegis til staðar á havnini.

- Vit eru har framvegis. Men eldurin er sløktur, sigur Torben Arendrup.

Vaktleiðarin sigur, at tey avvarðandi hava fingið boðini um vanlukkuna.

Fyrr í kvøld boðaði Alarmsentralurin hjá Nordjyllandi á sosiala miðlinum X frá, at teir verið til ein eld í einum skipi við Notkajen í Hirtshals.

- Boðað er frá nógvum royki úr maskinrúminum.

Umleið ein tíma seinni var eldurin sløktur og eftirsløkkingin var byrjað, verður sagt.

##med2##