Løgreglan tók nøkur nummarspjøldur

Tá nummarspjøldur rúka, er orsøkin oftast, at vektgjald ella trygging ikki eru goldin rættstundis - ella, at bilurin ikki er møttur til sýn.

Umframt at kanna ferðsluna Millum Fjarða og á Fuglafjarðarvegnum fyrrapartin í gjár, hevur løgreglan eisini verið úti við saksinum í nátt.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at tilsamans átta sett av nummarspjøldrum vórðu tikin í Eysturoy og Norðoyggjum. 

 

Tá løgreglan tekur nummarspjøldur, er orsøkin oftast, at vektgjald ella trygging ikki eru goldin rættstundis - ella, at bilurin ikki er møttur rættstundis til sýn.

 

Hetta hevur annars verið ein friðarlig nátt hjá løgregluni - ella ein vanlig nátt, sum tað oftast er, tá yrkadagur kemur aftur eftir eitt vikuskifti.