Løkke og Rubio hava umrøtt Ukraina og Gaza á fundi í USA

Tveir av fremstu ráðharrunum í Danmark er í USA fyri at royna at ávirka amerikanskar avgerðartakarar - teirra millum Marco Rubio.

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, hevði í dag fund við amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio. - Mynd: Jacquelyn Martin

Uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, hevði fund í dag við amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio.

Tað boðar danska uttanríkisráðið frá í tíðindaskrivi í kvøld.

Teir báðir ráðharrarnir umrøddu millum annað kríggið í Ukraina. Løkke legði dent á, at Evropa hevur "yvirtikið leiðsluna", tá tað snýr seg um at stuðla Ukraina, og at Evropa í løtuni stendur fyri nærum 70 prosentum av samlaða stuðlinum.

– USA hevur brúk fyri at varðveita sín stuðul til ukrainska verjustríðið, eisini við teimum serligu vápnaførleikunum, sum bert USA kann levera uppá stutta tíð, skrivar ráðið.

Fundurin var í sambandi við, at Løkke og Troels Lund Poulsen, danskur verjumálaráðharri, fóru til USA.

Hetta er fyrstu ferð, at teir báðir uttanríkisráðharrarnir hittast persónliga í Washington.

Fundurin var ikki planlagdur, tí ikki var væntað, at Marco Rubio fór at vera í Washington D.C., meðan Løkke og verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen vitjaðu.

Á fundinum tosaðu Rubio og Løkke eisini um støðuna í Miðeystri og um tørvin á vápnahvíld í Gaza. Áhaldandi stríðið hevur verið síðani 7. oktober 2023, tá hernaðarligi bólkurin Hamas, sum hevur valdið á Gaza, leyp á Ísrael.

Tá talan er um dansk-amerikansku viðurskiftini, hevur ynskið hjá Donald Trump, forseta, um at yvirtaka Grønland verið eitt stórt tema.

Frammanundan noktaði Lars Løkke Rasmussen fyri, at tað fór at verða viðgjørt á fundinum.

- Tað skuldi kravt, at vit báðumegin høvdu fyrireikað okkum til at tosa um Grønland. Tað vildi eisini kravt, at eg hevði mín grønlendska starvsfelaga við mær, segði uttanríkisráðharrin, sambært DR og TV 2, og vísti til grønlendska uttanríkisráðfrúuna, Vivian Motzfeldt.

Tá Nato-toppfundur var í Haag síðst í juni, var Donald Trump millum luttakararnar. Somuleiðis vóru forsætisráðharrin Mette Frederiksen, Lars Løkke Rasmussen og Troels Lund Poulsen.

Her varð Grønland heldur ikki umrøtt. Í staðin varð verja og vápn umrøtt, segði forsætisráðharrin.

Løkke er farin til USA saman við Troels Lund Poulsen fyri at royna at ávirka amerikanskar avgerðartakarar.

Uttanríkisráðharrin er millum annað á fundi við fólk úr Maga-rørsluni (Make America Great Again).

Maga-rørslan er ein bólkur av trúføstu stuðlunum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump.

Sambært Lars Løkke Rasmussen snýr fundurin seg um at fáa meira at vita um rørsluna og hvussu álitið verður myndað.

Vitjanin endar í morgin.

 

/Ritzau/

 

 

 

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, hevði í dag fund við amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio. - Mynd: Jacquelyn Martin